Havnin hevur í hesum døgum vitjan úr vinarbýunum Reykjavík og Nuuk. Hetta er í sambandi við, at árligi stuðulin úr grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn verður lutaður út í morgin.
Á fundi í Norðurlandahúsinum fara umboð fyri høvuðsstaðirnar í Norðuratlantshavi at hava innkomnu umsóknirnar til umrøðu.
Tá fundarfólkið hevur fingið greiðu á, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar, fara gestirnir á ferð í kommununi. Leiðin gongur millum annað til Skúlan við Løgmannabreyt, har dentur verður lagdur á listina á skúlanum. Ferðaliðið vitjar eisini fimleikahøllina FIMI og Skúlan á Argjahamri. Har fara næmingar millum annað at dansa føroyskan dans fyri gestunum.
Samstarvið millum býráðini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur fleiri ár á baki. Einar 300.000 krónur verða deildar út á fundinum í morgin.
Gestirnir úr Reykjavík eru Jón Gnarr, borgarstjóri, Dagur B. Eggertsson, Hildur Sverrisdóttir, Sigurður Björn Blöndal og Ellý Katrin Guðmundsdóttir, og gestirnir úr Nuuk eru Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, Andreas Uldum, Martha Abelsen, Mille Søvndahl Pedersen, Malene Lynge, Per Berthelsen, Steffen Ulrich-Lynge, Iben Rafn og Avijâja Absalonsen.
Hvør fær stuðul á hesum sinni verður almannakunngjørt seinnapartin í morgin.
Endamálið við grunninum er at styrkja samstarvið millum teir tríggjar høvuðsstaðirnar umframt at játta stuðul til virksemi innan mentan, undirvísing og ítrótt. Stuðulin verður útgoldin á hvørjum ári.










