Havnin verður taparin

Síðani Lisbeth L. Joensen og sjeikurin flutt heim til Føroya fyri trimum árum síðani, hava tey staðið á bíðislista til grundstykki í Kollafirði. Hon skilir ikki, hví minnilutin í Tórshavnar býráð tvíheldur um, at tey skulu rinda kostprís fyri grundstykkini. Kostprísur er umleið eina hálva millión. Meirilutin í býráðnum vil selja grundstykkini fyri undir 300.000 krónur.

 

- Ein so høgur grundstykkjaprísur ger, at Havnin fer at tapa í kappingini um nýggjar borgarar. Vit eru millum tey treisku, sum enn bíða. Onnur hava tikið avleiðingarnar av longu bíðitíðini og ótryggu kørmunum og eru flutt. Flestu teirra eru farin vestur í Vágar, onnur norður til Kvívíkar, Hósvíkar ella Streymnesar. Tú skalt minnast til, at hóast hetta er Tórshavnar kommuna, so eru vit bygdafólk. Vit leita heldur norðureftir enn inn til Havnar. Skal hetta vera mannagongdin, so drepa vit útjaðaran, sigur Lisbeth L. Joensen, og vísir millum annað á, at talið á arbeiðsplássum í Kollafirði er lækkað nógv seinastu árini.

 

- Nú hava vit Pelagic og so nøkur kommunal og almenn arbeiðspláss. Nú undirsjóvartunnilin kemur, verður kappingin um familjurnar enn harðari, sigur hon.

 

 

Hon vísir á, at grundstykkjaprísirnir eisini eru væl lægri í grannabygdunum enn upprunaliga ætlaði prísurin í Kollafirði.

 

- Í Hósvík eru planerað grundstykki til sølu fyri 200.000 krónur. Hesi í Kollafirði eru ikki eingongd planerað, men minnilutin vil framvegis, at tey skulu kosta nærum hálva millión. Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki ber til, sigur hon.

 

 

Les eina longri samrøðu við Lisbeth L. Joensen í Vikuskiftissosialinum og hoyr, hví hon vil hava eina umbering frá Tróndi Sigurðsson. Umberingina kanst tú eisini lesa í Vikuskiftissosialinum.