Tað eru nú tvey ár síðan, at Tórshavnar Kommuna samtykti at nýta 10 milliónir krónur at byggja eina skiljimiðstøð til burturkast, sum verður nevnd "Endurnýtslan á Hjalla".
Framyvir skulu havnarborgarar skilja alt sítt burturkast, sum teir bera niðan á brennistøðina. Ætlanin er síðani at endurvinna pappír og papp, jarn og metal og olju.
Brennistøðin hevur fingið eitt samstarv í lag við brennistøðina hjá IRF í Leirvík. Ætlanin er at senda pappírið og oljuna til brennistøðina á Hagaleiti. Hinvegin verður jarn og metal pressað saman í Havn.
Brennistøðin á Hagaleiti hevur havt eina skiljistøð til pappír í eina tíð, og hetta pappírið verður sent niður til Danmarkar at endurnýtast.
? Ovnarnir á brennistøðini hava verið ovbyrjaðir, og neyðugt var at minkað um trýstið á teir. Tí hava vit valt at gera eina skiljistøð, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Á henda hátt verður alt burturkastið ikki koyrt í ovnarnar, og tí tyngir tað ikki ovnarnar eins nógv og áður, tá størsti parturin av burturkastinum varð koyrdur beint í siloina.
? Nøgdin av burturkastið hevur verið vaksandi seinastu árini, og tí máttu vit finna eina loysn, sum er varandi, sigur borgarstjórin.
Á skiljimiðstøðini verður burturkastið býtt sundur í eini fimtan ymisk sløg, og so skulu fólk sjálv koyra burturkastið í ta røttu byngjuna.
? Viðurskiftini á brennistøðini vóru í veruleikanum ikki nøktandi, tí at fólk sjálv skuldu koyra burturkastið í siloina. Hetta var ikki heilt vandaleyst, og fólk gingu eisini runt í burturkastinum, ið stóð rundanum brennistøðina, sigur Jan Christiansen.
Grótbrotið fylt aftur
Grótið, sum er sprongt burtur fyri at gera pláss fyri miðstøðini, er nýtt til at fylla grótbrotið, sum er har á leið, uppaftur.
? Grótbrotið hevur staðið sum eitt sár í fleiri ár, og hetta var eitt gott høvi at fáa tað niðurlagda grótbrotið aftur. Soleiðis hava vit eisini fríðkað um landslagið, sigur Jan Christiansen.
Ætlanin er at gera hetta plássið tøkt hjá handilslívinum í Havn, so at handlar væntandi verða at síggja á hesum stað.
Nýggjar ruskspannir og posar
Í næstum fáa allir havnarborgarar ein gráan ruskposa. Hesin skal bert nýtast til vanligt burturkast so sum matleivdir og annað. Sum liður í nýggju endurnýtsluskipanini fær hvørt húski eisini eitt grønt ílat til pappír og papp.
? Tað skal avgjørt ein hugburðsbroyting til, áðrenn hetta fer at rigga, og vónandi fara allir borgarar at taka væl ímóti hesum. Tað er nógv frammi í tíðini at fara betur við umhvørvinum, og við hesi støðini er Tórshavnar kommuna við til at betra umhvørvið, sigur borgarstjórin.
Í næstum fara borgarar í Havn at fáa kunningartilfar um hesi viðurskifti, har greitt verður nærri frá hesum viðurskiftum.