Havnin undir krígnum

Árliga framsýningin hjá B36 um ólavsøkumundið í SMS sýnir hesaferð Havnina undir krígnum. Við myndum, lutum og sjónbandi verður hetta serliga tíðarskeiðið lýst

Eirikur Lindenskov


Í gjár klokkan 14 lat upp forvitnislig myndaframsýning í SMS í Havn.

Tað er Birgar Johannesen vegna fótbóltsfelagið B36, ið hevur lagt framsýningina til rættis - á sama hátt sum hann hevur gjørt tey undanfarnu árini, har myndaevnini tó hava verið øðrvísi.

? Hesaferð hava vit valt at lýsa Havnina undir krígnum. Hetta hevur kortini ikki verið so lætt, sum tá vit í fjør lýstu fólk í Havn í sekstiárunum, sigur Birgar Johannesen. Hann sigur, at tey, sum vóru ung í fýratiárunum, eru eitt sindur meira innilukkað - og er í summum førum meira treyðug at lata honum myndir.

? Vit kundu sjálvandi hugsað okkum at víst onkra mynd av ungum føroyskum gentum og bretskum hermonnum. Men slíkar myndir vildu fólk ikki av við, helst fyri ikki at koma onkrum illa fyri, sum nú kanska er farin aðrar leiðir, sigur Birgar Johannesen.

Birgar Johannesen vísir á, at Havnin var so lítil undir krígnum.

? Havnin var fyri so vítt millum Tinganes og Sjónleikarhúsið. Tað var har, alt gekk fyri seg - og tað eru rættuliga nógvar myndir at finna hjá fólki, sigur hann.

Birgar Johannesen sigur, at hann hevur fingið nógvar myndir, sum eru rættuliga áhugaverdar - og sum ikki hava verið at sæð í ymsu bókunum, sum eru skrivaðar um hesa tíðina.

? Eitt nú havi eg fingið eina mynd av einum týskum destroyara, sum var á Havnini í 1938 - beint fyri kríggið. Hann hevði ein flúgvara standandi á dekkinum. Tað er rættuliga áhugavert at hugsa sær, hvørji ørindi ein týskur destroyari hevði í Føroyum tá, heldur Birgar Johannesen.

Umframt mongu myndirnar verða eisini sýnd fram gomul útvarpstól frá krígnum, har eisini tónleikur frá krígnum er at hoyra. Eisini hava teir fingið fatur á hermannabúnum - frá Lowat Scouts og Cameroon, ið hermenninir nýttu í Føroyum undir krígnum. Afturat hesum verður sjónband við livandi myndum eisini víst. Tilsamans ein tíma av livandi myndum hava fyrireikararnir sett saman, og greiða Jógvan Arge o. a. frá tí, ið fer fram á filminum.

? Sjálvur haldi eg framsýningina vera sera forvitnisliga - men serliga forkunnugt mátti tað verið hjá fólki, ið minnast hesa tíðina, og hjá fólki, ið hava hug at síggja, hvussu hendan tíðin í Havnini kann lýsast á hendan hátt, sigur Birgar Johannesen.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.