Havnin tveir nýggjar brandbilar

Tórshavnar Sløkkilið hevur fingið tveir nýggjar brandbilar, sum verða tiknir í brúk fyrsta dagin Tórshavnar Sløkkilið hevur fingið tveir nýggjar brandbilar. Talan er um tveir sproytubilar av merkinum Rosenbauer 2400, ið eru bygdir á Volvo FM 440 við automat gierum 4x4. Teir eru bygdir í Eysturríki og gjørdir lidnir á RK - Brand og Teknik í Danmark.

Bilarnir er útgjørdir við øllum tí vanliga, sum hoyrir til slíkar. Eitt nú tanga, ið tekur 2000 litar av vatni, tanga til 200 litrar av skúmi, tvær hátrýstslangur á 70 metrar, 6 metrar ljósmastur 14 kw. el-generator, frígeringartól, sum verða brúkt, tá fólk sita fastkleimd, slangur, roykkavingartól fyrstuhjálparútgerð, børur, o.a.

Tann seinasta sproytan, sum kom nýggj í 2003, varð seld til Noregs fyri uml. einum ári síðani.

Kelda: Tórshavnar Kommuna