Havnin tók stór tøk

Sigurin hjá Havnarbátinum var krúnan á verkinum hjá Havnar Róðrarfelag, sum umframt 10-mannafara sigurin eisini vann í trimum øðrum kappingum í væl eydnaða kappróðrinum í Vestmanna

Tað gekk sum eftir ánni at avgreiða kappróðrarnar á Fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin.

Barnaróðrarnir vóru væl og virðiliga fingnir frá hondini, áðrenn ásettu tíðina til FM róðrarnar. Á slagnum trý gelti startskotið fyri gentubátunum, og klokkan var ikki farin av hálvgum fimm, tá ið síðsta 10-mannafarið fór um málið.

Líkindini vóru av teimum fagrastu. Heiður himin, lýkka í luftini og stilli. Nú er róðrarárið so mikið gamalt, at rógvararnir og stýrimenninir rættuliga eru komnir í venjing, og tað ger, at uppgávan hjá teimum, sum stíla fyri, verður lættari, enn hon var í fyrstu róðrunum á árinum.

Ein onnur orsøk, til at tað gekk so skjótt og væl, var, at tað ongantíð var neyðugt at flyta fasta startin, tí allir róðrarnir vóru 1000 metrar.

Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum fyrr í ár var umrøðan av róðrarteinunum enn eina ferð frammi. Tá varð samtykt at seta bólk at viðgera spurningin fyri at lýsa málið og fyri at tosa við róðrarfólk um spurningin.

Málið verður tikið uppaftur seinni. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at strika 1500 metra málið soleiðis, at tað bara verður róð av 1000 og 2000 metrum.


Góður dagur hjá HR

Eftir at tað ikki hevur gingið meiri enn passaligt hjá Havnar Róðrarfelag í fleiri ár, hava fyrireikingarnar í felagnum til hetta árið verið góðar, og tað sæst aftur á úrslitunum.

Besta úrslitið higartil í ár rakk Havnar Róðrarfelag í Vestmanna leygardagin. Krúnan á verkinum var tað, at tað aftur eydnaðist Havnarbátinum at vinna. Harvið er tað framvegis stórur spenningur um FM-heitið í kappingini millum 10-mannaførini Havnarbátin og Ormin.

Umframt í kappingini millum 10-mannafør vann Havnar Róðrarfelag eisini dreingja kappingina, kappingina millum 5-mannafør við kvinnum og kappingina millum 5-mannafør við gentum.

Tað er møguleiki fyri, at fleiri FM vinnarar verða funnir, tá tað leygardagin verður kappróður á Vestanstevnu í Miðvági.

8-mannafarið Heiðabáturin og dreingirnir og kvinnurnar við Sílinum hava vunnið allar róðrarnar higartil.


Mynd: Havnarbáturin

Lagið var í toppi, tá Havnarbáturin streyk fyrstur um málið í 10-mannafarsróðrinum. Og so kundi róðrarfólkið koyra kring høvuðsstaðin í lastbili leygarkvøldið

Mynd: Jens Kristian Vang