Magnus Johannessen hevur gjørt útsetingar til kend havnarløg fyri Tórshavnar Stórband. Løgini verða framførd á uttandura palli í Tórsgøtu í Havn sunnudagin 26. juli 2009 klokkan 16. Eisini verður eitt nýtt Havnarlag hjá Magnusi Johannessen frumframført.
Sagt verður, at útsetingarnar av havnarløgum eru í breiðum swing-stíli, við fyrimyndum sum Glenn Miller og Gil Evans.
Havnarløg eru sangir, ið eru úr Havn ella um Havnina. Teirra millum eru ‘Eitt sunnukvøld í plantasjuni’, ‘Havnin er ein lítil bygd’ og ‘Eitt kvøld á Tinganesi’.