Havnin sløkkir ljósið

Aftur í ár er Tórshavnar kommuna við í tí globala átakinum ?Earth Hour 60?. Ein tíma í kvøld fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin, at sløkkja ljósið fyri at vísa heimsins politikarum, at tey vilja hava ein enda á tí globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið. Í ár verður hesin tímin í kvøld frá kl. 20.30-21.30. Tórshavnar kommuna fer at sløkkja øll gøtuljósini í Tórshavnar kommunu, undantikið í Hesti, Syðradali, Norðadali og Koltri.

 

Hetta átakið ?Earth Hour? byrjaði í Sydney, Australia, í 2007, tá 2.2 mió. fólk sløktu ljósið í ein tíma, fyri at vísa umhvørvinum ans. Longu í 2008 var hetta vorðið til eitt heimsumfatandi átak, har 35 lond luttóku. Í 2009 luttóku yvir 4000 býir í 88 londum og í fjør var metstór luttøka tá 128 lond vóru við.

 

Samstundis, sum Tórshavnar kommuna er við í átakinum ?Earth Hour?, fer kommunan at mæla øllum borgarum og øðrum at gera tað sama, at sløkkja ljósið í hendan tíman í kvøld.

 

Hesum boða fyrireikararnir frá.