Tórshavnar Kommuna knýtti í gjár eitt netverk við útisetar í Bretlandi eftir áhugavert orðaskifti í London Tá tey áhugaverdu úrslitini frá bretsku útisetakanningini vórðu løgd fram í London í gjárkvøldið, hevði Heðin Mortensen, borgarstjóri, eina framløgu um arbeiðið við vakstrarætlanini hjá kommununi. Bæði kanningin og framløgan hjá borgarstjóranum elvdu til eitt lívligt og áhugavert orðaskifti.
Kjakið endaði við, at partarnir vóru samdir um at knýta eitt netverk. Ætlanin er, at nýggja netverkið millum høvuðsstaðin og útisetar í London skal verða byrjanin til eitt samsvarandi samband við útisetar í øðrum londum.
Endamálið er, at kommunan skal fáa gagn av teimum mongu áhugaverdu áskoðanunum og hugskotunum, sum útsetarnir hava, samstundis sum føroyingar uttanlands skulu frætta meira um, hvørjum ætlanum, høvuðsstaðurin arbeiðir við.










