Havnin skal svína

   

Rubek Lilaa, Valevni Tjóðveldisflokksins til býráðsvalið
??????
Eftir fýra ára hugsjónarloysi og matadorpolitikk er tíðin komin, har umhvørvið aftur verður sett á skránna. Tað sum serliga fellur í eyguni og í nøsina, er Vestaravág.
Og tað er ikki hissini lívfrøðiligt margfaldni, sum kann upplivast har. Satt at siga eitt eksotiskt blómandi hav, av oljublettum, plastposum, hegnisliga kryddað við mannatrekki.
Vit muga tíverri bert staðfesta, at tey sum hava stjórnað býnum tey seinastu árini, hava tilvitað sett kikaran í deyva oyrað og ??beklagiliga?? valt at síggja burtur frá umhvørvistrupulleikanum.
Um tú letur mær álitið 9 november, farið eg til verka á umhvørvisøkinum alt fyri eitt. Ásannandi at umhvørvið er ein týðandi partur av einum sunnum og mennandi samfelagi. Sum tú og E skulla liva í.