Tað veri seg á mentanar-, vinnuliga- ella almannaøkinum.
Tjóðveldi í Tórshavnar býráð vil, at Havnin skal skína á borgararnar - sama hvar í kommununi, teir búleikast!
Flokkurin leggur í sínum politikki dent á áhugamálini hjá heildini, hjá borgarunum bæði á bygd og í bý, eins og at tryggja øllum rættvísa og virðiliga viðferð.
Borgararnir skulu kunna fylgja við í kommunala arbeiðnum og teimum átøkum, sum kommunan fer undir.
Sum lið í hesum verður dentur lagdur á størri opinleika og gjøgnumskygni í fyrisitingini og politiska arbeiðnum í býráðnum.
Tað er eyðvitað, at fólksins trivnaður og eitt burðardygt vinnulív hoyra saman.
Tessvegna verður vinnulívinum í kommununi tryggjað bestu kor og vakstrarmøguleikar, samstundis sum karmar verða skaptir fyri blómandi mentanarlívi.
Tórshavnar kommuna eigur at ganga undan á umhvørvisøkinum, strongja á at fáa lóggávu fyri alternativum bústaðarmøguleikum og at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Tað var undir tjóðveldisleiðslu, at kommunan kom aftur á rættkjøl fíggjarliga eftir beisku kreppuárini síðst í áttati- og fyrst í nítiárunum.
Nú tað dregur á luftina aftur búskaparliga, ætlar Tjóðveldi ikki at taka nøkur óráð fyri. Við okkum á Vaglinum kanst tú líta á, at rikin verður ein ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur.