Havnin skal hava nýggja tekniskan stjóra

Tórshavnar kommuna søkir nú eftir nýggjum tekniskum stjóra. Herfyri gjørdu Tórshavnar Kommuna og Jákup Egholm Hansen av, at hann skuldi fara frá sum tekniskur stjóri eftir ósemju millum hann og leiðsluna í Tórshavanr kommunu. Sambært borgarstjóranum var tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, at tekniski stjórin hevði tikið við sum nevndarlimur í Eik Banka, hóast hann greitt hevði fingið at vita frá arbeiðsgevaranum, Tórshavnar kommunu, at tað varð ikki góðtikið.

Sambært lýsingini skal tekniski stjórin manna stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, fyrisitingarstjóranum og trivnaðarstjóranum.

Tekniski stjórin hevur ábyrgd av strategi og tilrættalegging av býarskipanarætlanini, umhvørvisøkinum, byggimálum, tekniskum veitingum, viðíkahaldi av ognum kommununar, byggi- og anleggsarbeiðum.