Klæmint Olsen
Listi D - Sjálvstýrisflokkurin
??????????
Spillhitin frá Sundsverkinum eigur ikki at hita Kaldbaksfjørð, men koma til høldar sum fjarhiti. Sum størsta kommuna í landinum eigur Havnin at orða sín egna orkupolitikk.
Eitt av valevnum Tjóðveldisfloksins skjýtur upp, at Havnin meldar seg úr kommunala elfelagnum SEV. Eg haldi ikki, at løtan er tann rætta. Samstundis skilji eg tó væl Johan Mortensen. SEV hevur við sínari monopolstøðu ligið tungt á øllum orkupolitikki í Føroyum.
Vend tykist tó at vera komin í. Kemst hetta av trimum ávum:
?Landsmyndugleikin hevur loksins fingið áhuga fyri orkumálum og er farin í holt við at orða ein orkupolitikk; hetta leggur eitt tiltrongt trýst á SEV;
?SEV er broytt seinasta árið, tí hægsta vald SEV?s, umboðsnevndin, og formaður hennara vildu hava broytingar; SEV gerst nú opnari, og leiðslan er farin at hugsa øðrvísi;
?Fjølmiðlarnir og almenningurin hava sýnt alt størri áhuga fyri økinum.
Undirritaði hevur í 16 ár umboðað Tórshavnar kommunu í umboðsnevnd SEV?s. Eg havi verið atfinningarsamur, kanska til tíðir í so atfinningarsamur. Í dag kann eg ikki annað enn gleðast. SEV er veruliga farið at hugsað øðrvísi, og almenningurin fær í dag innlit í avgerðirnar og grundarlagið undir teimum. Fundirnir eru vorðnir opnir.
Eg eri tó ikki givin at finnast at SEV. T.d. dámdi mær ikki, at nýggju stjórastørvini vórðu sett innanhýsis, og enn er eingin avkláring viðvíkjandi tí framhaldandi vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni.
Eingin ivi er tó um, at SEV hevur uppbygt eina stóra vitan, og at SEV hevur nógv góð fólk í starvi. SEV má tó brynja seg til broytingar. Í tann mun tað ber til, vil landsmyndugleikin helst avtaka monopolið. Og tað man vera tað rætta.
Havnin er nógv tann størsta kommunan í SEV. Havnin fer at hava 20 limir í komandi umboðsnevnd, sum tilsamans fer at hava einar 65 limir. Harvið gerst býtið eitt sindur meira javnt, men Havnin verður framhaldandi ein minniluti. Tað eigur hon sjálvsagt at vera við sínum 40% av Føroya fólki, men umboðanin verður tó rættvísari, enn hon er í dag.
Sum nógv tann størsta kommunan eigur Havnin at hava sín egna orðaða orkupolitikk. Ikki bara fyri at geva SEV eitt ávíst mótspæl, men tí kommunan sjálv nýtir nógva orku, og tí vit eru tað pláss í Føroyum, har flestu og størstu útbyggingarnar fara fram.
Havnin eigur at gerast ein grøn kommuna eins og Vestmanna. Eyðsýnd mál at tikið upp í hesum sambandi kundu verið ?dálkingin frá bussunum? og ?vegaljósini?. Kundi okkurt ikki verið spart her?
Nógvir nýggir stovnar og nógv nýggj bústaðarøki eru komin í Havn seinnu árini, men hevur nakrantíð verið hugsað um alternativa orku, so sum jarðarhita ella sólsellur. Eg haldi ikki.
Og sjálvsagt eigur fjarhitaskipanin at verða knýtt til Sundsverkið sum skjótast. Alt annað er púrasta burturvið.