Havnin samd um 10. flokk

Skúlastýrið fyri Kommunuskúlan í Havn hevur tikið aftur kæruna móti Tórshavnar Býráð, og allir skúlarnir standa nú saman um NámX. Kommunuskúlan fær lut í leiðslu- og læraratoyminum.

10. floksstríðið í høvuðsstaðnum er av.

Hesum boðar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, frá.

Hann sigur, at partarnir, ið varða av 10. flokki í Tórshavnar Kommunu, hava funnið eina loysn á málinum, og skúlastýrið í Kommunuskúlanum hevur tikið kæruna ímóti Tórshavnar Býráð aftur.

- Kommunuskúlin fer nú eisini uppí samstarvið um Nám X á Eysturskúlanum og fær lut í leiðslu- og læraratoyminum. Í samráð við Mentamálaráðið verður leiðslukarmurin gjøllari avtalaður millum skúlastjórarnar, sigur Heðin Mortensen, sum fegnast um, at allir skúlarnir nú eru við í felags samstarvinum um 10. Flokk.

Hann ivast ikki í, at hetta verður eitt einastandandi tilboð til allar næmingar í Tórshavnar Kommunu