Í morgin, fríggjadagin, verður umboðsnevndarfundur hjá SEV. Á hesum fundi skal støða takast til uppskot um broytingar av viðtøkunum. Stórar og avgerandi broytingar av viðtøkum, sum bara eru tvey ára gamlar.
Høvuðsbroytingarnar í mun til galdandi viðtøkur eru, at umboðsnevndin verður til ein partafelagslíknandi aðalfund, har hvør limakommuna møtir við einari fulltrú og við atkvøðutali í mun til fólkatalið í viðkomandi kommunu. Hetta merkir við øðrum orðum, at eitt umboð frá Havnar kommunu møtir við umleið 20.000 atkvøðum, og eitt frá Fugloyar kommuna við umleið 50 atkvøðum.
Í mun til galdandi viðtøkur er her talan um ógvusligar broytingar. Higartil hevur tað verið soleiðis, at hvør kommuna hevur havt ein umboðsnevndarlim fyri hvønn 1000 íbúgva. Um vit taka dømi aftur við Tórshavnar kommunu, so hava teir havt 20 umboðsnevndarlimir. Hesir hava tó ikki allir somu meining, og heldur ikki er nakað garanti fyri, at allir møta. Tískil fær Tórshavnar kommuna nógv størri slagkraft við nýggja viðtøkubroytingaruppskotinum, har eitt umboðar allar 20.000 atkvøðurnar, heldur enn at 20 limir hvør í sínum lagi atkvøða eftir síni sannføring. Valdið hjá Tórshavnar kommunu veksur øgiligt við hesi broyting, tí fáa teir eina stóra kommunu aftrat, Klaksvík ella Runavík, so hava teir meirilutan og harvið valdið.
Ein onnur broyting verður, at stýrið í SEV verður broytt til eina nevnd, sum verður vald á aðalfundi. Valið fer fram á tann hátt, at hvørt økið velur síni umboð. Nevndin fær 11 limir, sum eru býttir upp á økir. Suðuroy, Sandoy, Vágar og Norðstreym við Sunda kommunu fáa hvør sítt umboð. Norðoyar og Eysturoyar uttan Sunda kommuna fáa tvey umboð, og Tórshavnar kommuna fær trý.
Onnur stór broytingin er um heimildir at taka avgerðir um fíggjarætlanir. Her verður heimildin flutt frá umboðsnevndini (t.v.s. aðalfundinum), til stýrið ella tað, sum framyvir skal vera nevndin.
Verður hetta gjørt, so merkir tað, at kommunurnar verða settar av her. Hetta er í stríð við tað, sum var gjørt tá SEV var stovnað og allar kommunurnar, sum vóru limakommunurnar, skuldu hava eina atkvøðu, tí tær eiga SEV.
Nú verða heimildirnar lagdar í stýrið og fíggjarætlanin verður gjørd har.