Havnin á Oyrareingjum tikin í nýtslu

Leygardagin varð hátíðarhildið, at nýggja havnin á Oyrareingjum varð tikin í nýtslu

Hóast nógv rumbul hevur verið um havnina á Oyrareingjum, so varð hon leygardagin alment tikin í nýtslu. Sera nógv fólk vóru komin saman. Serliga kollfirðingar og politikarar vóru at síggja.

Havnar Hornorkestur hevði funnið vegin fram til útjaðaran av kommununi, og Ovi Olsen stýrdi tónleikinum, sum ekkóaði um allan Smyril, ið var lagdur á Oyrareingjum til endamálið.

Síðani bar Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini, fram røðu, har hann greiddi frá longu tilgongdini, ið hevur verið, áðrenn ídnaðarhavnin endiliga varð tikin í nýtslu.

Veðurgudarnir eru ikki beinleiðis blíðir í dag, og ein kundi freistast at hugsa, at onkur ætlan var ímóti hesi havn, sum so nógv kjak hevur verið um. Hetta hevði millum annað við sær, at hátíðarhaldið varð flutt inn á bildekkið á Smyrli.

Men so skjótt, tað var klárt at skera endan fyri hesi nýggju havn, so sleit í, og sólin hevði enntá hug at skína.

Tiltakið endaði við einum stórum kaffiborðið í matstovuni á slagskipinum hjá Strandferðsluni. Og frá leygardegnum, var ein nýggj ídnaðarhavn í Tórshavnar kommunu.