Tingingarnar snúgva seg um tann partin av byggiætlanunum, sum tekniski serkunnleikin hjá landsstýrinum hevur kolldømt, tí hann heldur tær ikki vera nøktandi.
Hetta eru somu ætlanir, sum hava í sær hitt meir enn ivasama tilmælið um at sprongja framvið Tinganesi og hava fendarar at taka ímóti, um "Smyril" skuldi ætlað sær á land har.
Býráðið viðgjørdi fyri jól eina eykajáttan til havnarbyggingina, sum eg tók undir við. Hendan eykajáttan fevndi bert um tað arbeiðið, sum verður gjørt á eystursíðuni á Eystaru vág til tess at tryggja, at "Norrøna" kann avgreiðast, tá hon kemur um skamma stund..
Ætlanin var, at aðrir stovnar partvís skuldu gjalda saman við kommununi, men tað fekst ikki í lag, og tí mátti eykajáttanin til.
Eykajáttanin fevndi ikki um byggiætlanir, sum skala Tinganes og Skansan, men fornminnini bæði koma í skotmála, um farið verður víðari við teimum ætlanum, sum Tórshavnar Havn hevur í kvittanum.
Tá verður eftir øllum at døma neyðugt at skjóta undir Tinganesi fyri at fáa "Smyril" innímillum "Norrønu" og Tinganes, og tá hevur eisini verið nevnt, at neyðugt verður at snýsa av Skansanum fyri at fáa teir mongu bilarnar til og frá.
Hetta eru týðulig tekin um, at fóturin er ov stórur til skógvin.
Taki ikki undir við slíkum ætlanum. Havi eisini sagt tað hart og týðuliga á seinasta býráðsfundi og á nevndarfundi, har okkurt tílíkt varð borið upp á mál.
Tað má bera til at fáa skipini at bryggju uttan at kloyna tey upp at hvørjum øðrum í siglingarrennuni inn í bátahylin við Kongabrúnna.
Og tað er neyðugt í størsta álvara at seta út í kortið, hvar og hvussu havnarløgini í Tórshavnar Kommunu skula víðkast í framtíðini, tí hesi bæði ferðamannaskipini verða ikki einastu stóru skip, sum koma á Havnina í komandi tíðum.
Skal byggjast út á Skansabryggjuni, úti á Glyvursnesi, á Kaldbaks-firði ella á Kollafirði? Og hvat skal verða hvar?
Nógvir møguleikar eru at meta um, men vist er, at framtíðarmøguleikarnir hjá teimum stóru skipunum eru ikki inni í tronganum á Eystaru vág.