Skúlatalv
22 lið vóru við í FM-finaluni í skúlatelving, og tá ið opni bólkurin verður roknaður við, vóru fleiri enn hundrað ungir telvarar við í kappingini. Hetta var meira enn tey bæði innleiðandi umførini, har uindirtøkan eisini verða sera stór.
Kappast var í tveimum bólkum, og í tí eldra bólkinum gjørdist Havnin vinnari. Í hølunum á teimum komu Klaksvík og Sandavágur, og tað var líka við, at Havnin spældi sær av við leiðsluna og Klaksvík streyk fram um.
Sandavágur vann síðani ein rímiliga greiðan sigur um bronsuna á Róki, meðan finalan um gullið endaði 8-8 ímillum Klaksvíkina og Havnina. Finalan varð telvd soleiðis, at teir 4 telvararnir á liðunum allir telvdu ímóti hvørjum øðrum. Í seinasta umfarinum snávaðu 1. og 2. borð hjá Havnini og harvið stóð á jøvnum. Avgerandi var síðani, at Hjalti Toftum Jógvansson á 1. borði hjá Havnini hevði vunnið 3 talv í finaluni, meðan 1. borð hjá Klaksvík, DM Herborg Hansen hevði vunnið 2 talv. Harvið vann Havnin FM við minst møguligari margin. FM liðið úr Havnini var mannað við: Hjalta Toftum Jógvansson, Margar Berg, Heiðriki T. Jacobsen og Eli Nolsøe Leifsson.
4. flokkur og yngri
Spenningurin var stórur í FM finaluni fyri tey yngru. Undankappingarnar góvu onga greiða ábending um ein favoritt í finaluni. Fyrru undankappingina vann Sandavágur og tað seinnu vann Klaksvík í harðari kapping við Havnina, og Rókur lá støðugt framvið.
Sandavágur dró longsta stráðið við einum rímiliga greiðum sigri, meðan Rókur gjørdist greiður silvurvinnari. Stríðið um bronsuna gjørdist sera tætt. Havnin og Klaksvík fingu eins nógv dystarstig, men Havnin lá omaná, tá liðið hevði vunnið eittans talvið meiri enn Klaksvík. Klaksvíkingar eru ivaleyst vónbrotnir soleiðis at detta uttanfyri plaseringarnar, eftir frálíkar undankappingar, men teir raktu ikki dagin og fingu, tá samanumkom, ov lítið burturúr fremru borðunum. FM liðið úr Sandavági var mannað við: Høgna Egilstoft Nielsen, Janus Egilstoft Nielsen, Sølva Egilsson, Jóanis Albert Nielsen og Hørdi Johansen.
Opnu bólkarnar
Kappast var eisini í tveimum opnum bólkum á finaludegnum. Í eldra bólkinum gjørdist Vestmanna vinnari frammanfyri Kollafjørð, sum annars var roknaður sum favorittur.
Vinnandi liðið úr Vestmanna var mannað við: Rúna Vørmadal, Borgar Jónsson Stórá, Reidar Egilsnes og Jógvan Emil Joensen.
Heili sjey lið av Sandoynni og eitt lið úr Vestmanna dystaðust í opna bólkinum fyri tey yngstu. Spenningurin var sera stórur heilt til síðsta leik. Lokaluppgerðin í millum Sand og Skálavík - gullstríðið - varð ikki avgjørt fyrr enn í seinasta talvinum. Og tá stóð á jøvnum. Sandur og Skálavík høvdu 17 stig hvør. Nærri eftirteljingar staðfestu, at Sandur hevði eittans vunnið talvið meiri enn Skálavík. Manningin hjá Gullvinnarunum heiman av Sandi vóru: Dan í Soylu, Dávid Henriksen, Steintór Fagradal og Marta Hentze.
Kappast aftur í heyst
Skúlatalvkappingarnar eru av á hesum sinni. Lagt verður aftur til brots í heyst. Tá eru FM kappingarnar fyri einstaklingar á skránni.
10 teir frægastu skúlatelvararnir í ymiskum aldursbólkum vinna sær tá rætt til at umboða Føroyar í telving um Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving, sum í februar mánað 2007 verður í Íslandi. Seinasta fingu vit sum kunnugt norðurlendskan meistara, Helga Dam Ziska, tá kappingin varð telvað í Finlandi.