Føroyar hava fyri neyðini ein sterkan og vælvirkandi høvuðsstað. Ein metropol, sum savnar okkum føroyingar, og sum fær okkum at støðast, samstundis sum hann dregur at sær útisetar eins væl og aðrar virkisfúsar kreftir uttaneftir.
Til tess krevst, at høvuðstaðurin er ein sterkur miðdepil innan bæði útbugving, gransking og vitan, mentan og list, handil og tænastu, framkomnar vinnur, gisting og matstovuvirksemi, eitt sterkt heilsuverk og mangt annað. Hann má eisini vera dragandi við vakrari byggilist og skynsamari býarplanlegging.
Hetta vita tey flestu okkara, sum eru góð við bæði høvuðsstaðin og allar Føroyar – eisini tvørtur um flestu floksmørk. Men vit mugu ikki gloyma, at tað týdningarmesta er, at høvuðsstaðurin er rúmligur og frælslyntur. Tað er burtur úr tí, vit fáa tey føðsluevnini og ta orkuna, sum fáa alt hitt at grógva.
Framsókn er hin frælslynti flokkurin. Framsókn er flokkurin, sum í einum og øllum søkir øll tey týdningarmestu føðsluevnini – tað persónliga, tað vinnuliga og tað tjóðskaparliga frælsið.
Tí er tað avgerandi, at Framsókn hevur eina sterka støðu í leiðsluni av høvuðsstaðnum. Tey, ið bjóða seg fram vegna Framsókn eru:
Bergun Kass, býráðslimur í Tórshavnar kommunu
Berit W. Samuelsen, tryggigarráðgevi
Ruth Vang, floksforkvinna
Sissal K. Kristiansen, sjálvstøðug vinnurekandi
Súsanna Køtlum, sjálvstøðug vinnurekandi
Súsanna Olsen, námslektari
Birgar Johannesen, pensjónistur
Bjarni K. Petersen, løgtingslimur
Róaldur Jákupson, fíggjarleiðari
Høgni Reistrup, samskiftisráðgevi
Karlot Hergeirson, HTÚ leiðari
Kristian Clementsen, maskinmeistari