Heðin Mortensen, Borgarstjóri
Vit havnarfólk fáa illa hugt í bløðini ella latið upp fyri útvarpinum ella sjónvarpium uttan at renna okkum í tíðindi um, at nú skal hesin ella hasin stovnur flytast úr Havn, og at starvsfólkini bara kunnu fylgja við, ella at nú skal skattur flytast/javnast úr Havn.
At visjónin hjá okkara løgtingslimum ikki røkkur til at skapa nýggj arbeiðspláss her á landi, talar fyri seg um breyðpolitikkarar, men hesum fáa vit kanska skikk á, tá val verður í næstum, og vit vilja flyta Føroyar inn í framtíðina.
Hinvegin er ovboðið, at sjálvur formaðurin í FKF leggur meg og KSF undir at arbeiða í loyndum við lýsing av javningarskipan, nú KSF aftur varpar ljós á inntøku- og útreiðslujavning. Kann vera, at Rósa Samuelsen hevur gloymt umrøðuna av javningarmálinum fyri tíð síðan, tá KSF lýsti málið fyri m. ø. løgtingsmonnum, løgtingskvinnum og umboðum fyri landsstýrið. Fjølmiðlarnir umrøddu eisini málið - so mín góði kollegi Rósa Samuelsen; hvørki eg ella KSF stinga nakað undir teppið, verð tú vís um tað. Sjálvandi veit eg ikki, hvat tit arbeiða við innanhýsis, men tað, ið tit boða frá í flølmiðlunum, ber ikki boð um visjónsarbeiði.
At tit í FKF blaka um tykkum við hálvlýstum pástandum, eigur ikki at varpa ringt ljós á okkara heildarlýsing av einari javningarskipan, ið lítil nytta er í.
Eg eri ikki ósamdur við tykkum um, at “vit fáa ikki eina ríka kommunu við at leggja fleiri fátækar sama” – hetta er ein slitin pástandur. Men Sunda kommuna er besta prógv fyri, at vit sanniliga fáa eina sterkari kommunu við at leggja saman. Ikki tær at siga, Rósa Samuelsen, so er betur við einari sterkari kommunu, enn fleiri fátækum – hetta kunnu fólk í Sunda kommunu siga tær.









