Tórshavnar kommuna hevur 100 ár á baki sum fólkavald kommuna, men søgan hjá bæði kommunu og býi gongur væl longri aftur enn hetta. Á Skjalasavnsdegnum 2009 leygardagin 14. november verður á Landsskjalasavninum hugleitt um Havnina og verða ymisk skjøl og savnindi, ið viðvíkja Havnini, at síggja.
Á hvørjum ári verður í øllum norðanlondum hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.
Í Føroyum verður tað, sjeynda árið á rað, Landsskjalasavnið, sum hevur ?opið hús?. Høvuðsgoymslan og lesistovan á Debesartrøð í Tórshavn verða opnar fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Vanliga hava bert starvsfólk á Landsskjalasavninum atgongd til goymslurnar.
Nú Tórshavn í ár hevur 100 ár á baki sum fólkavald kommuna, hevur Landsskjalasavnið valt at leggja dent á tilfar, ið hevur við Havnina at gera.
Í samband við dagin hugleiða Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, og Finnur Johansen, rithøvundur fyrrverandi býráðslimur, um Havnina. Arne hugleiðir um ?Høvuðsstaðin, ið var? og Finnur sigur frá ?Havnini í 100 ár?. Áhugaverdu hugleiðingarnar verða at hoyra í loftsstovuni hjá Føroyamálsdeildini leygardagin klokkan 15.
Søgan hjá bæði Tórshavnar kommunu og býnum sum heild røkkur tó nógv longri aftur enn til 1909 og verða ymisk skjøl og savnindi, ið hava samband við Havnina, at síggja á Landsskjalasavninum leygardagin. Líka frá fyrstu tingbókini frá 1614 til bøkur og skjøl, ið vísa hvussu skipaða býarbyggingin verður veruleiki seinast í 19. øld. Eisini eru plansjur, ið vísa býarmenningina ? fram til okkara dagar. Millum keldurnar, ið siga frá søguni hjá Tórshavn og tí fólki, ið hevur búleikast har, eru eisini kirkjubøkur og fólkateljingar. Tað verður møguligt at síggja hesar umframt annað tilfar leygardagin, tá loyvt verður at vitja høvuðsgoymsluna og har síggja ymiskt, ið er til skjals á nógvu kilometrunum av hillum á Landsskjalasavninum.
Skjalsavnsdagurin ? Arkivernes Dag.
Fyrsti ?Arkivernes Dag? varð hildin í Svøríki í 1998 tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ?opið hús? henda dagin.
Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finland.
Í Føroyum hevur ?Arkivernes Dag? verið táttur í virkseminum hjá Landsskjalasavninum síðani 2003 og hjá Norðoya Fornminnasavni síðani 2006. Vegna sjúku liggur ikki fyri hjá Norðoya Fornminnasavni at vera við í ár.