Havnin matchar jobb

Umboð fyri Tórshavnar kommunu vóru við tá Jobmatch lat upp á Norðurbryggjuni í morgun. Nógv fólk hava vitjað, teirra millum nógvir ungir føroyingar, ið lesa niðri - Tey ungu spyrja, hvat vit hava at bjóða í Havn, bæði tá umræður størv og tilboð til borgaran annars, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, og vísir til bóklingin ?Kom innar!?.

Tórshavnar kommuna er hin einasta av føroysku kommununum, ið luttekur við egnum bási á Jobmatch. Fyrrapartin hava Randi Frederiksberg og Heri Petersen frá Vinnumenningardeildini í Tórshavnar kommunu lagt fram um Havnina og teir vinnu- og trivnaðarmguleikar, her eru.

Danska pressan hevur stóran áhuga. Eitt nú hevur Politiken vitjað básin hjá Tórshavnar kommunu og tosað við borgarstjóran um endamálið at verða við í tiltakinum Jobmatch, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.