Løgmanssteyp
Nú er tað komið so mikið langt, at tað er greitt, at ein nýggjur steypavinnari skal finnast. Í fjør megnaði GÍ at vinna sítt fyrsta lutabræv í nýggja løgmanssteypinum. GÍ tapti sunnudagin fjórðingsfinaluna ímóti NSÍ. Tað vil við øðrum orðum siga, at gøtumenn hava ongan møguleika at koma víðari í kappingini.
NSÍ er tað einasta av teimum fýra feløgunum í hálvfinaluni, sum ongantíð hevur vunnið løgmanssteypið. Í 1998 vann HB fyrsta løgmanssteypið til ognar. KÍ, sum sunnudagin við sigri á ÍF kom í hálvfinaluna, vann í 1999 fyrstu kappingina um nýggja løgmanssteypið. B36 vann eina ferð kappingina um fyrsta løgmanssteypið. Tað var í 1991. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eru ellivu ár síðani, at B36 endaði ovast í steypakappingini.
NSÍ hevur eina ferð vunnið steypakappingina. Tað var í 1986. Hetta árið var tað sætta, at tað varð kappast um triðju ísafjarðarsúluna, sum HB vann til ognar í 1988.
B36, HB og KÍ hava øll luttikið í Europa Cup sum meistarar og steypavinnarar. NSÍ er einasta felagið í hálvfinaluni, sum ongantíð hevur roynt seg í Europa Cup.
Ólavsøkan ímóti bygdarmonnum
Longu fríggjamorgunin varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í hálvfinaluni. Tað er greitt, at NSÍ og KÍ skulu spæla í aðrari hálvfinaluni, og at B36 og HB skulu spæla í hinari hálvfinaluni. Fyrra umfarið í hálvfinaluni verður sunnudagin 13. mai. Seinna umfarið verður Kristi himmalferðardag, sum verður hósdagin 24. mai.
B36 og HB hava longu spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í bólkaumfarinum í steypakappingini. Báðu ferðirnar var úrslitið 1?1. Um tað stendur á jøvnum eftir bæði umførini í hálvfinaluni, so fer tað liðið, ið hevur skorað flest mál á útivølli, víðari í finaluna. B36 og HB eiga bæði heimavøll í Gundadali, og tey fara sjálvsagt at kenna seg á heimavølli í báðum dystunum. Men tað verður B36, sum fer at eiga heimavøllin í fyrru hálvfinaluni, og HB fer at eiga heimavøll í seinnu hálvfinaluni.
Kí eigur heimavøll í fyrra umfarinum, og NSÍ í seinna umfarinum. Spurningurin er so, hvørji lið fara at hittast í finaluni. Møguleikarnir eru hesir: B36?NSÍ. B36?KÍ, HB?NSÍ og HB?KÍ. Tað einasta, sum er víst, er, at finalan verður ein uppgerð ímillum annað av stóru feløgunum í høvuðsstaðnum og felagið í næststørstu ella í triðju størstu kommununi í landinum. Finalan er ásett at vera á Tórsvølli ólavsøkudag.