Havnin liðug um tríggjar vikur

Gongur sum ætlað, verður nýggja havnin í Runavík handað Kommununi 20. februar

Havnaútbygging

Í eina hevur verið arbeitt við at byggja havnalagið í Runavík út.
Gongur sum væntað, verður arbeiðið liðugt í næsta mánað og ætlanin er, at arbeiðið skal handast Runavíkar Kommunu tann 20. februar.
Við hesi nýggju havnaútbyggingini, hevur kommunan fingið 100 metrar av atløguplássi afturat. Men harumframt fer kommunan eitt stykki upp á 10.000 fermetrar afturat niðri á havnalagnum.
Rodmund Nielsen, borgarstjóri, sigur, at tað er stórur tørvur á betri plássi niðri á havnalagnum, ikki minst í sambandi við oljuvinnuna.
Hetta er eitt arbeiði, sum hevur vart í næstan trý ár og sum hevur kostað einar 13 milliónir milliónir.

Vegur samstundis
Rodmundur Nielsen sigur, at samstundis sum nýggja havnin nú verður tikin í nýtslu, verður farið undir arbeiðið at gera nýggja til og frákoyring til havnina.
Umstøðurnar at koma á og av havnalagnum eru ikki tær frægastu og tí hevur kommunan í eina tí fyrireika ein nýggjan veg.
Talan er um ein breiðan veg, sum verður umleið 700-800 metrar langur og farið verður undir arbeiðið nú í vár. Kommunan hevur sett 1,5 millión av til endamálið og borgarstjórin vónar at tað røkkur