Havnin letur fimm virðislønir hósdagin

Komandi hósdaginklokkan 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennum fundi í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Í fjør vóru 50 ár, síðani fyrsta Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens varð latin. Í ár fyllir Tórshavnar kommuna 100 sum fólkavald kommuna. Høvuðsstaðarkommunan heldur tí, at nú eru fleiri orsøkir enn nakrantíð at fegnast um landsins einastu bókmentavirðisløn. Vit kunnu siga, at hetta eru okkara Nobelvirðislønir, ið nú verða handaðar Føroya fólki, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni www.torshavn.fo

Tilsamans fimm virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens. Ein fyri mentanaravrik, ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri yrkisbókmentir. Eisini verða tvær Barnabókaheiðurslønir latnar í ár.