FRAMSÝNING
Í dag, leygardagin, letur upp ein áhugaverd myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sýndar verða myndir av gomlu Havnini og havnarfólki.
Framsýningin, ið ber heitið »Havnin í øldir«, er skipað av Beintu Háberg Jacobsen, og hongur framsýningin upp til 1. november.
Opið er allar dagar kl. 15 - 20, og har verður eisini tónleikur at hoyra.
Leygardagin kl. 16.00: Petur Háberg Jacobsen og Kári Holm Olsen
Sunnudagin kl. 16.00: Monica Stauss og Ólavur Jakobsen
Mánadagin kl. 18.00:
Tey á Kamarinum
Týsdagin kl. 18.00:
Maria Andersen.
Øll eru hjartaliga vælkomin á framsýningina, siga fyrireikararnir.