Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2015. Millum tíðindini í henni eru, at kommunan ætlar at læna 41,5 mió. kr. til íløgur næsta ár. Fyri framman standa stórar byggiætlanir fyri fleiri 100 mió. kr., sum valla kunna gerast uttan munandi størri lán.
Tí var tað natúrligt, tá fíggjarætlanin var til endaliga viðgerð í býráðnum, at meta um, hvar kommunan kann enda, um hon dúvar ov nógv upp á lán til eitt nú ætlaðu skúlabyggingina og havnarbyggingina í komandi árum.
Læna 41,5 mio. kr.
Íløgurnar eru í hesum uppskotinum settar til 163,5 mió kr. Tað er eitt munandi størri tal enn mælt varð til upprunaliga. Ein tann fyrsta upphæddin var 110 mió krónur. Síðani varð inntøkumetingin fyri árið hækkað við 12 milliónum og íløguupphæddin til 122 mió kr. Hetta tal eigur at svara nøkurlunda til tað, sum kommunan megnar at framleiða eftir einum ári, tá tað gongst væl í hond.
Við eini íløguætlan upp á 163,5 mió kr er sambært fíggjarætlanini neyðugt at læna 41,5 milliónir, sum kommunuskatturin ikki orkar at fíggja. Og samstundis verða tey lán, sum vit hava upp á umleið 120 mió krónur, umfíggjað soleiðis, at avdráttur ikki verður goldin næsta ár.
Vit hava ikki tikið lán í fleiri ár, men heldur goldið lánsskuldina niður. Her fer vend at koma í næsta ár, og tað kann tykjast bakvent, tí ongi av teimum heilt stóru projektunum, sum liggja fyri framman, eru serliga væl umboðað á ætlanini hesaferð.
Tú kanst sjálvur velja, hvat hetta nýggja lánið fer til. Eitt postulát kann vera, at tað fyri ein stóran part fer til at fíggja bankakeypið. Tá avgerðin um keypið varð tikin, skuldu 37 milliónir fíggjast við sølu av bygningum. So vítt vit vita, eru ikki meir enn smáar 5 milliónir komnar inn. Her er also ein munur upp á góðar 30 milliónir krónur. Vónandi koma hesir pengarnir inn við húsasølu onkursvegna.
Kunna nærkast lániloftinum
Hinvegin so hava vit fyri stavn eina nýbygging av einum skúla, sum í kostnaði fer at tátta í 400 milliónir krónur. Havi eg skilt signalini rætt, so setir samgongan sær ikki føri á at byggja hendan skúla uttan at taka allan kostnaðinum í láni eftir kanska trimum árum.
Vit hava eisini fyri stavn eina útbygging av Tórshavnar havn, sum helst fer at kosta aðrar 400 milliónir krónur í láni. Eg kenni væl argumentini um, at hetta fer ikki at tyngja sjálva kommununa, tí hetta fer at verða goldið aftur av inntøkunum hjá Tórshavnar havn.
Men øll hesi lán verða hongd um hálsin á Tórshavnar kommunu so ella so. Samlaðu lánini fara kanska, tá tey verða upp á tað mesta, at liggja um einar 900 til 1000 milliónir krónur. Verður tað veruleikin, so fer eisini Tórshavnar kommuna at renna høvdið í lániloftið og kemur í flokk við tær skuldartyngdu kommunurnar.
Tað er ongin ynskilig støða. Tað verður dýrt í rentum, sum annars kundu verið brúktar at gera gott við. Og i heila tikið halda vit, at kommunan skal vera varin við sínum átøkum og lántøkum, og vit duga ikki at síggja, at lántøkan, sum næsta ár stendur fyri durum, fer at gagna stórvegis.
Kaninir úr hattinum
Vit áttu at endavent hesi fíggjarætlanini eina ferð enn og vita, hvar vit kunna skarva tað burturav, sum líkist marglæti, og annars fingið gjørt eina gjølla langtíðarætlan bæði fyri rakstur og íløgur, so vit ikki risikera at detta heilt á halan um skamma stund.
Bara tað, at vit skula taka lán næsta ár uttan tey heilt stóru projektini á breddanum er eitt vandatekin.
Tað tykist ikki vera mark fyri, hvørjar kostnaðarmiklar kaninir verða hálaðar upp úr gyklarahattinum og sendar í eystur og vestur í Havn. Summir borgarar taka hetta við miklari stúran og aðrir við sunnari undran og trúgva ongum, fyrrenn tey síggja tað.
Onnur byggja í huganum stórar vónir og væntanir til kaninirnar, men detta niður aftur á langlegg, tí kaninirnar hvørva sum døgg fyri sól – ein fyri og onnur eftir. Skulu tær gerast veruleiki, so má lán takast, og oman á alt verður gjarað út við at lækka prosentið í 2016. Skilji tað, hvør ið skilja kann!
Jógvan Arge,
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi