Havnin komin á topp-30 lista

Og tey hava eisini sett sær heilt ítøkilig mál fyri 2030

Havnin er nú komin á topp 30-listan yvir burðardygg ferðamál. Hetta verður staðfest, nú úrslitið í GDS-skrásetingini fyri 2022, er kunngjørt.

 

Í 2019 gjørdust Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands, limir í Global Destination Sustainability Index, GDS. Tað er ein skipan, ið metir um, hvussu burðardygg ferðamál eru.

 

Endamálið var at menna eina grønari ferðavinnu í Havnini, og í Føroyum sum heild. Úrslitini á GDS-skrásetingini seinastu trý árini vísa, at miðvísa arbeiðið við burðardyggari í ferðavinnuni, hevur givið góð úrslit, sigur Tórshavnar Býráð á heimasíðuni.

 

Tað fyrsta árið vóru Føroyar á sama stigi sum londini í eysturevropa, annað árið vóru vit á sama stigi sum londini í vestevropa og í fjør eru Føroyar komnar upp á norðurlendskt stig.

 

Í hesum sambandi skuldu býir svara umleið 70 spurningum, um alt møguligt, heilt frá, hvussu rein luftin er, til hvørjar ætlanir og politikk tey hava á grøna økinum.

 

GDS hevur eisini víst á, at ein av styrkjunum hjá føroyingum er, at í teimum ymsu málunum sleppur ein stórur skari av fólki til orðanna at siga sína hugsan, og at nógvar meiningar verða hoyrdar í týdningarmiklum málum.

 

Eisini verður víst á tiltakið Closed for Maintainance, har útlendsk ferðafólk koma higar at bøta um bygdargøtur og annað.

 

Eitt annað dømi er ráðstevnan, er ráðstevnan, “Football is Medicine”, sum var í Føroyum, og sum fekk heiður  á altjóða vinnuferðavinnuráðstevnu í Krakow í fjør. Tey vunnu heiðurin “Incredible Impact Award” fyri fyri ráðstevnuni, har prógv vórðu løgd fram um at fótbóltur er heilsufremjandi.

 

Men tey hava eisini sett sær hægri mál í 2030. Okkara burðardyggi politikkur hevur sum mál, at 80 prosent av kømurum á gistingarhúsunum skulu hava eina burðardygga góðkenning í 2030. Og tá skulu eisini 80 prosent av føroyingum hava ein positivan hugburð til ferðavinnu, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, við heimasíðuna.