Havnin ikki ørindaleys

Dansur verður í Havn, meðan G! leikar á.

Havnin verður ikki ørindaleys um vikuskifti, hóast G! Festivalur er.

 

Fólkini í LUUX fara nevniliga at leggja gólv til eitt »Dallas« tiltak leygarkvøldið 18. juli, tá ið Martin Sømark, Eyðfinn Drewsen og Kári Annand Berg fara at leggja løgini til rættis.

 

- Sangirnir, sum floymdu úr hátalarunum á diskoteksgólvinum frá 80unum og 90unum venda aftur leygarkvøldið, tá ið plátuvendararnir fara at skipa fyri einum retro diskotekskvøldi og -nátt við tónleiki frá hesi tíðini, siga teir spentu fyrireikararnir.