Nógv verður gjørt burturúr í miðbýnum í Havn jólamánaðin, og í ár eru fleiri nýggj tiltøk á skránni, ið skulu gera alt enn hugnaligari, sigur Tórshavnar Kommuna.
Eitt nú skipar Býarbókasavnið fyri einari jólastovu í hølunum inn frá gongugøtuni, har jólamenn fara at lesa søgur, og børnini kunnu tekna og klippa jólapynt. Í handilinum, har Joto helt til fyrr, verður møguligt at keypa alskins jólaprýði og jólating.
Handilin hjá Katrinu Christiansen í Bartskersstovu í Bringsnagøtu verður endurskaptur, so hann fær søguligan dám sum ein góður, gamal handil við øllum tí, ið hartil hoyrir.
Allar jólasmátturnar, sum fara at standa í Tinghúsgarðinum, verða eisini umskapaðar til jólaheim frá 50?unum. Framsýningarnar, sum eru heilt serstakar, verða at síggja allan desember mánað.
Høvi verður eisini hjá fólki og feløgum at selja mat, jólaprýði og annað, men til hetta krevst søluloyvi frá Tórshavnar kommunu.
Tá stóra jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin í næstu viku, byrjar »Jól í miðbýnum«. Tá fær miðbýurin vitjan av jólamonnum og vættrum, brandbilinum, stigabilinum eins og kórsangur fer at ljóma.
Jólasøla verður oman eftir gongugøtuni og aðra staðnis í miðbýnum. Borgarstjórin heldur røðu. Smáu sølubásarnir, sum fara at standa á sjálvari gongugøtuni alla desember mánað, lata ikki upp fyrr enn eina viku seinni, leygardagin 5. desember.