Í novembur í fjør fór Mikael Viderø úr starvinum sum tekniskur stjóri, vegna ósemju við leiðsluna í Tórshavnar kommunu um leiðina víðari.
Les eisini Tekniski stjórin farin frá
Søkt var beinanvegin eftir nýggjum tekniskum stjóra, men tá umsóknarfreistin var farin fyrst í hesum árinum, avgjørdi kommunan at søkja eina ferð afturat. 12 umsóknir vóru til starvið, men kommunan ynskti fleiri umsóknir, vóru boðini frá Bjørgfríð Ludvík, kommunustjóra.
Les eisini Vit síggja ikki eins upp á tingini
Síðani hevur starvið verið lýst leyst einaferð afturat og í hesum døgum er tað lýst leyst á triðja sinni.
- Setanarbólkurin metur ikki, at umsøkjararnir í nóg stóran mun lúka førleikakrøvini til starvið. Tí lýsa vit starvið leyst av nýggjum, sigur Bjørgfríð Ludvík.
Nú fer at nærkast einum hálvum ári síðani, at Mikael Viderø fór úr starvinum. Bjørgfríð Ludvík hevur røkt uppgávurnar síðani, men fyri eini viku síðani bleiv Marius Müller, leiðari á byggi- og umhvørvisdeildini settur sum fyribils tekniskur stjóri, til nýggi stjórin tekur við.
- Tað ganga allarhelst nakrir mánaðir, áðrenn starvsetanin er liðug og ein nýggjur tekniskur stjóri kann byrja í starvinum, sigur Bjørgfríð Ludvík.