Seinastu fimm árini hevur Birgar Johannessen í Havn arbeitt miðvíst við einari stórari hondbók yvir Havnina, sum nú er komin út í fyrsta bindi. Bókin er 439 blaðsíður við umleið 1.000 áhugaverdum og viðkomandi myndum. Bókin er fyrsta bind av tveimum. Næsta bind verður um tíðarskeiðið 1940-1969.
Slíkt arbeiði er sera tíðar- og orkukrevjandi, men Birgar hevur við ídni, ágrýtni og sínum væl skipaða og greiða arbeiðsmáta, givið Føroya fólki ein veruligan fong við hesi leksikon yvir høvuðsstað okkara.
Eitt sum eyðkennir tað sum Birgar fæst við, er at tað hevur so stóran áhuga millum fólk.
Á hansara framsýningum hava tey vitjandi ofta hug at gloyma seg sjálvi burtur í tí tey síggja, tí har er so nógv ymiskt, sum fær tey at minnast aftur á farnar dagar. Stórur áhugi hevur eisini verið fyri myndunum, sum vit hava havt í blaðnum, har Birgar við lesarans hjálp hevur fingið rættan tekst undir fleiri av myndunum.
Bókin grýpur inn í alla mentanina hjá býnum. Hon byrjar við einum heiðursborgara og formonnum í býarstýrunum og borgarstjórum, síðan koma ólavsøkurnar fram til 1939. Bókin er so umfatandi at vit kunnu ikki nevna alt her, men vit kunnu t.d. nevna konfirmantar, kirkjur og samkomur, nógvar ymiskar stovnar, handlar, alt slag av flutningi, skúlaverkið, heilsuverkið, ítróttar- og frítíðarfeløg, eins og tónleik og undirhald.
Birgar er havnarmaður við stórum H. Hann er eftir hondini vorðin ein slags magistari í havnarsøgu. Navnið Birgar verður ofta sett í samband við tónleikasendingar í útvarpinum og stórar framsýningar við gomlum fólksligum myndum og annars øllum frá Dandy-tyggigummi til Valor-petroleumsovnar. Hann samlar eisini upp á modellbilar, grammofonplátur, plakatir og nógv ymiskt annað. Justines Leivsson Eidesgaard sigur í fororðunum til bókina, at Birgar er ein hopleysur nostalgikari.
Tá Birgar fylti 60 ár í fjør, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, m.a. í røðu síni til føðingardagsbarnið: ”Birgar ger eitt stórt søguligt og mentanarligt arbeiði fyri býin við sínum fyrireikingum til eina leksikon yvir Havnina. Fyri ein bý sum Havnina hevur søgan alstóran týdning, og Birgar ger eitt stórt arbeiði fyri, at vit ikki skulu gloyma søguna, og tað ynskja vit at geva honum viðurkenning og eitt herðaklapp fyri”.
Tað er einki dulsmál, at Birgar hevur ein serligan tokka til 60-ini. Hann sigur, at hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð at vera nakað heilt serligt. So tann næsta bókin verður ikki minni spennandi.
Móttøkan verður mikudagin frá kl. 16-20, har bøkurnar eru til keyps, og Birgar signerar tær. Sama dag verður bókin at fáa í øllum bókasølum kring landið.