Fríggjadagin, tað er 24. februar, og tá er eitt ersíðani, at Russarar lupu á Ukraina. Í hesum sambandi fer Tórshavnar kommuna at flagga við ukrainska flagginum á Vaglinum.
Í skýmingini verða eisini ljós, við ukrainsku flagglitunum, at síggja í Steinatúni og á Vaglinum.
Hetta seinasta árið hevur Tórshavnar kommuna tikið ímóti 85 flóttafólkum úr Ukraina. Tórshavnar Býráð fortelur, at fyri tað mesta er talan um ung fólk í arbeiðsførum aldri. Býráðið sigur, at 27 av teimum eru børn og tey flestu av teimum eru farin á dagstovn. ella í skúla.
Býráðið sigur, at eyðsæð eru flóttaólkini merkt av støðuni í heimlandinum og tey hava tørv á tíð og hjálp til at fóta sær í einum nýggjum ókendum landi.
– Vit royna alla tíðina at virka fyri, at tey kunnu fáa ein góðan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag meðan tey eru í landinum, sigur býráðið.
Tey fáa undirvísing í føroyskum í kvøldskúlanum og skipað verður eisini fyri ungdómsvirksemi í Margarinfabrikkini og Argjaskotinum.
Í sambandi við ársdagin verður eisini altjóða bønargudstænastu í Vesturkirkjuni við Marjuni Lómaklett, presti. Gudstænastan er almenn og har fer eisini at bera til hjá fólki at tendra eitt ljós, at minnast og at biðja saman. Bønargudstænastan er klokkan 19 og aftaná verður ein drekkamunnur. Gudstænastan verður týdd til ukrainskt og er fyri øll.