Havnin fær nú eina dupulthøll

Høllin, sum skal byggjast við Landavegin í Havn, skal verða ein fleirfuntionell høll, sum skal lúka ásetingar til altjóða dystir

Høllin, sum skal byggjast við Landavegin í Havn, skal verða ein fleirfuntionell høll, sum skal lúka ásetingar til altjóða dystir. Hugsað verður serliga um hondbólt og flogbólt, ið krevja hædd, skrivar Tórshavanar kommuna í dag.

 

Tað samlaða grundøkið er lutvíst planerað, tí talan er um økið, sum honbóltsfelagið Neistin upprunaliga átti og ætlaði at byggja eina høll á. Til eina tvíhøll skal allur matrikkulin planerast, og hetta arbeiðið kann gerast nær sum helst.

 

Sambært býráðnum er neyðugt at viðgera nærri og ítøkiligera, hvat høllin skal rúma bæði av ítróttaumstøðum, felagshølum, fleirfunktionalietum so sum flytførar tribunir, skilja ella leggja saman hallir, sjónvarping, stevnur, parkerings- og atkomuviðurskifti við meira, eins og møguleikan at byggja og taka í nýtslu bygningin í stigum.

 

– Til tess at ítøkiligera ætlanina er neyðugt við játtan at fyrireika eitt konseptuppskot at leggja fyri nevndina aftur sum grundarlag at útvega byggiskrá og kostnaðarmeting.

 

– Mælt er tí til sambært uppskoti frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum at játta hálva miljón til fyrireikingarnar. Hesum hava mentamála- og fíggjarnevndin tikið undir við, nú málið kemur fyri býráðið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Tórshavnar Býráð hevur fund hóskvøldið.