Havnin fær sítt egna íverksetarahús

Nú skal eitt íverksetarahús stovnast í Havn.
Tað samtykti Tórshavnar Býráð í gjárkvøldið.
Ætlanin hevur verið at stovna eitt Íverksetarahús í Tórshavn.
Býráðið heldur, at tað er alneyðugt, at fleiri vinnuvirkir verða sett á stovn í kommununi, og kundi hetta tiltakið stuðla undir tí, heldur býráðið.
Ætlanin er at Íverksetarahúsið skal vera í einum húsum, Kommunan eigur í Kongagøtu sjey og nú hevur kommunan samtykt at játta pengar til at umvæla húsini og at innrætta tey til endamálið.
Men tá síðani skal býráðið aftur taka støðu til, hvussu húsið skal brúkast og annað.
Íverksetarahúsið skapa eitt umhvørvið, soleiðis at íverksetarar kunnu læra av hvørjum øðrum.
Samstundis er møguleiki fyri at savna vitan, sum kann stuðla íverksetarum, eitt nú innan fígging, útflutningur, marknaðarføring, patent v.m.
Kommunan innrættar íverksetarahúsið við skrivstovum, fundarhøli, køki, atgongd til streym, net og printara.
Endamálið er so, at íverksetarar skulu sleppa at leiga seg inn í húsið eina ávísa tíð og so hava teir sjálvir telduútgerð og telefonir við sær sjálvir.
Býráðið staðfestir, at virksemið má ikki vera kappingaravlagandi og tí er neyðugt at seta karmar upp fyri húsið.
Í hesum sambandi má støða taka til, hvussu leingi kann ein íverksetari vera inni í húsinum, hvussu nógvar fermetrar ella fólk kann ein fyritøka hava inni í húsinum og um avmarkingar skulu setast fyri, hvør kann vera í húsinum. Og at enda skal støða takast til, hvussu stór húsaleigan skal vera.
Undir øllum umstøðum heldur býráðið, at húsið skal hvíla í sær sjálvum.
Í hesum sambandi skal tað bera til hjá íverksetarum at leiga eitt skrivaraborð í ein dag, ella eitt høli í mánaða fyri at nevna eitt dømi.
Fyritøkur, sum longu eru, skulu eisini kunna leiga fundarhøli til videoráðstevnur ella annað.
- Húsið skal verða smart, eggja til skapan og bjóða uppá hentleikar, tíðarrit og annað, soleiðis at uppfinnarar, sniðgevarar, rithøvundar, app-mennarar trívast.

Føroyskt navn
Men nú á døgum má alt slíkt eftir øllum at døma hava eitt enskt heiti fyri at vera nóg fínt ella fyri at verða tikið í álvara, og tí hevur tað verið nevnt at kalla húsið HIT húsið, har HIT stendur fyri ”House of Innovation Tórshavn”.
Summir býráðslimir fýltust á navnið og vildu hava, at húsið skuldi hava eitt føroyskt heiti og nevnd vóru heiti sum Nýskapanarhúsið, ella Nýskipanarhúsið.
Onkur spurdi hví tað ikki bara kundi eita Íverksetarahúsið…men tað ljóðaði kanska ov klaksvíksligt, skemtaði ein býráðslimur við.