Týsdagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at hon hevur sett ein løgfrøðing at lata kommununi løgfrøðisliga ráðgeving.
Nýggja býráðssamgongan setti sær fyri, at ein løgfrøðingur skuldi starvast á stjórnarskrivstovuni hjá kommununi, og síðst í januar var søkt eftir fólki.
Fimm umsóknir komu til starvið, og burtur úr teimum varð Eyðbjørn Larsen valdur.
Hann er 34 ára gamal og hevur seinastu árini starvast hjá Kommunala Eftirlitinum í Innlendismálaráðnum. Eyðbjørn Larsen tekur við starvinum í Tórshavnar kommunu 1. apríl.
Endamálið við setanini er at menna tann fyrisitingarliga førleikan hjá Tórshavnar kommunu og millum annað at tryggja, at arbeitt verður sambært fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit.
Tórshavnar kommuna hevur seinnu árini millum annað fingið ábreiðslur frá Løgtingsins Umboðsmanni um ávísar málsviðgerðir.
Myndatekstur:
Eyðbjørn Larnsen er nýggi løgfrøðisligi ráðgevin hjá Tórshavnar kommunu. Mynd: Jens Kr. Vang