flogbóltur
Tað er ikki bara hjá monnunum, at flogbólturin í høvuðsstaðarøkinum ikki hevur tað nakað serligt.
Tað fyrr so einaráðandi kvinnuliðið hjá Fleyr hevur seinnu árini havt tað sera tungt, og heldur ikki um vikuskiftið bragdaði hjá teimum.
Hesaferð var ÍF á vitjan, og tær fóru heim aftur við einum 3-0 sigri í viðførinum. Sigurin var tó ikki altíð líka vísur, og tey bæði fyrstu settini stríddust tær á heimaliðnum sera væl. Báðu ferðirnar endaði alt tó við sigri til verandi meistararnar, og so fall alt saman hjá Fleyr, sum enn er einsamalt í botninum av talvuni.
Kollafjørður er eisini partur av høvuðsstaðarøkinum, og í flogbóltshøpi merkir tað, at eisini tær eru partur av botnstríðnum. Her er tað tó helst ikki sama kenslan, sum ger seg galdandi, tí sum nýggjasta liðið í deildini ræður fyrst og fremst um at staðfesta sína støðu í deildini hjá teimum. Tað gjørdu teir eisini so dyggiliga tey fyrstu umførini, men eftir at kanadiski stórspælarin óvæntað varð noydd at fara heim aftur, hevur mest sum staðið í stað hjá teimum.
Hesa ferð tók KÍF ímóti Drátti, sum helst er einasta liðið, sum kann órógva gullveitsluna hjá Mjølni, og tað var eisini sjónligur munur á liðunum. Dráttur tók sær ein tryggan 3-0 sigur, har KÍF ongan tíð var í nær námind nøkrum setti, og við hesum tykist Dráttur halda lyftið, sum tær góvu eftir taptu steypafinaluna. Tá søgdu tær seg framhalandi vilja stríðast í hvørjum einasta dysti, og so er spurningurin, um tað er nóg mikið til at hjálpa tvørakvinnunum.