Havnin er til vinstru bygdirnar til høgru

Fólkaflokkurin hevði vunnið ein knúsandi sigur uttan fyri Havnina, um løgtingsval var í dag

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt. Men Javnaðarflokkurin vinnur í Havn. Tað eru diametralir politiskir mótsetningar millum fólkið í Havn og fólkið uttan fyri Havnina, vísir kanning.

Veljarakanningin er eisini býtt sundur í veljarar í Tórshavnar kommunu fyri seg og veljarar í landinum annars fyri seg. Og har er stórur munur.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 9 tingsessir, um tingmannatalið var roknað út eftir valinum í Havn, og Fólkaflokkurin hevði bara fingið 5 tingsessir.

Men um vit roknað út tingsessirnar eftir atkvøðunum uttan fyri Havnina er úrslitið eitt heilt annað.

Lesið meira í Sosialinum um, hvussu nógvar tingsessir flokkarnir høvdu fingið, um ávikavist valið í Havn og valið uttan fyri Havnina varð grundlagið fyri tingfólkabýtinum.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo