Havnin er talvmeistari

Tað var eingin ivi, tá ið umdysturin um FM í talvi var millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Havnarmenn vunnu rudduliga 4-0! og harvið er Havnar Telvingarfelag føroyameistari í talvi fyri lið.

Talan var um framúr talvbragd av havnarmonnum. Undan 10. og síðsta umfari, sum var í Klaksvík í dag, vóru sandavágsmenn 3,0 stig frammanfyri Havnina. Havnar Telvingarfelag vann innanhýsis uppgerðina 3,5 - 0,5, og harvið varð neyðugt við umdysti.

Í umdystinum vóru 15 minuttir til hvønn telvaran, og tá vunnu Martin Poulsen, Helgi Dam Ziska, Bogi Ziska og Herluf Hansen allir á sandavágsmonnum, sum harvið framvegis bíða eftir at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð.