Havnin er ljótasti býur í verðini

Men nú verður farið undir at bøta um tað fyri at fáa Havnina snøggari, og byrjað verður á ringvegnum

Upp á ein máta er Havnin ljótasti býur í verðini.

 

Tað er skoðsmálið, okkara høvuðstaður fær frá serfrøðingum. Og tá ið serfrøðingar tosa um, at Havnin er so ljót, hugsa teir um gøtuljósini í býnum.

 

Og í hesum sambandi er atfinningin, at lítið og onki skil er á, hvussu gøtuljósini í Havnini síggja út.

 

– Tað sær út sum um, at hvørja ferð, brúk hevur verið fyri eini gøtulykt, hevur man bara hugt eftir, hvat liggur á goymslu, ella hvat kann fáast bíliga til keyps. Og so eru peli og lykt bara smekkað upp, uttan at hugsa um, hvussu tað sampakkar við hini gøtuljósini í grannalagnum, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Teknisku Nevnd í býráðnum í Havn.

 

– Tí síggjast alskyns sløg av pelum, og alskyns sløg av ljósum, hvørt um annað í sama grannalag, leggur hon afturat.

 

Og sambært ljóssniðgevarum, hon hevur verið í sambandi við, er so lítið fantililsi á gøtuljósunum í Havn, at onkrir sniðgevarar hava sagt, at í so máta er Tórshavn ljótasti býur í verðini.

 

Tí hevur býráðið ný samtykt eina Gula Ætlan, sum er ein ætlan fyri, hvussu ljósini í Havnini skulu sniðgevast framyvir.

 

Hetta er ikki ein ætlan, sum verður sett í verk eftir einum ári, men ætlanin er at seta sjøtul á arbeiðið nú.

 

– Ætlanin er at byrja við gøtuljósunum við Ringevegin, og síðani er endamálið at arbeiða seg so líðandi ígjøgnum alla Havnina, sigur forkvinnan í Teknisku nevnd.

 

Men hon sigur, at í hesum sambandi skal hugsast um, hvussu gøtuljós og lyktapelar í einum øki skulu sniðgevast fyri at fáa ein samanhang í eitt grannalag, ella eitt øki

 

Tað merkir ikki, at ljósini í allari Havnini skulu líkjast, men heldur verður hugsað um at hava samanhang í ymsum grannaløgum og á ymsum vegum, heldur enn at hava fleiri ymisk ljós í sama øki.

 

Í hesum sambandi er tað eisini ein miðvís ætlan at leggja um til LED perur, sum eru munandi bíligari í longdini.

 

Hetta kann tykjast at vera eitt smámál, men tað er Elin Lindenskov ósamd í.

 

– Ljós hevur ógvuliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá fólki. Tað er eisini ein sannroynd, at trivnaðurin í býnum er eisini ein spurningurin um, hvussu tað sær út rundan um okkum, sigur Elin Lindenskov.

 

Men tað er eisini ein spurningur um trygd, at gøtuljósini eru vælumhugsað, leggur hon afturat.