Havnin er við at gerast eitt rættiligt skattaskjól samanbera vit við skattatrýstið í teimum mest skuldarbundnu kommununum í Føroyum, har kommunuskatturin er upp móti 23 prosentum.
Tú sleppur umleið 4 prosent bíligari í kommunuskatti, um tú býrt í Tórshavn.
Á felagsfundi 14. november samtyktu Tórshavnar býráð og Kollafjarðar bygdaráð fíggjarætlan fyri 2001. Størsta broytingin er, at skattaprosentið lækkar úr 19% niður í 18,75%. Fíggjarætlanin fyri næsta ár er sostatt endaliga samtykt í býráðnum.
Fíggjarætlanin javnvigar í ár við 380 milliónir krónur sammett við 338 milliónir krónur í fjør. Ein av orsøkunum til øktu javnvágina er, at Tórshavnar og Kollafjarðar kommuna leggja saman 1. januar næsta ár.
Fólkaflokkurin í býráðnum gjørdi eina roynd at lækka skattaprosentið enn mera, niður í 18,5%. Hetta skuldi gerast við at skava 5 milliónir krónur av verandi fíggjarætlan, sum javnvigar við 380 milliónir. Hetta uppskotið vann ikki frama, og tí verður skattaprosentið 18,75 næsta ár.
Ein av orsøkunum, til at skattaprosentið lækkar, er, at íbúgvar í Kollafirði hava goldið 18,5% í kommunuskatti, meðan havnarbúgvar hava goldið 19%. Fyri at samanleggingin ikki skuldi kennast serliga tung fyri Kollafjørð, møttust ráðini í miðjuni, og skattaprosentið varð sett til 18,75.
Størsta játtanin er til barnaansing
Størsta einstaka útreiðslan hjá kommununi næsta ár er barnaansingin. Henda játtanin er økt úr 66,8 milliónum í ár til 81,4 milliónir næsta ár. Foreldur at smábørnum hava lagt trýst á býráðið um at loysa trupulleikan við teimum mongu børnunum, sum ikki fáa ansingarpláss, og tað er líkt til, at okkurt hendir nú.
Rakstrar- og íløguútreiðslurnar næsta ár hækka úr 215 upp í slakar 270 milliónir krónur. Orsøkin til hækkingina er, at íløgujáttanin er hækkað við 18 milliónum og rakstrarútreiðslurnar hækka somuleiðis við 18 milliónum, nú Kollafjørður og Havnin leggja saman.
Játtanin til tekniskar veitingar er 72,4 mió., skúlamál 37,2 mió., fyristing 28,1 mió., mentan og umhvørvi 15,6 mió. og sosial- og heilsumál 13,5 mió. krónur. Kommunan fer næsta ár at gjalda slakar 40 milliónir krónur í lánsgjøldum.
Kommunan hevur eisini ein framtíðargrunn, og har eru settar 5 milliónir. Hesin grunnur hevur til endamáls at skapa stabilitet og at kunna seta útsettar íløgur í verk. Hetta verður gjørt tá javnvág aftur er innan byggivinnuna, og tá Føroya landsstýri loyvir kommunum at økja íløguvirksemi.
Eisini samtyktu Tórshavnar býráð og Kollafjarðar bygdaráð at mótmæla, at Føroya løgting ger týðandi lógarbroytingar í útreiðslubýtinum millum land og kommunur. Eisini verður mótmælt, at skattalættar verða samtyktir, sum hava stóra ávirkan á kommunalu inntøkuna, uttan at hetta fyrst er lagt fyri kommunurnar til ummælis, og hetta verður gjørt, eftir at kommunala fíggjarætlanin er samtykt.
Á felags fundinum varð fíggjarætlanin fyri Tórshavnar havn eisini einmælt samtykt.









