Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at hann vanliga heldur nýggjársaftan saman við familjuni.
- Men í dag havi eg havt fleiri almennar uppgávur, eitt nú við gifting av pørum, á ísvøllinum, og eisini havi eg tendrað ljós í kirkjugarði. Haraftrat hevur bróður mín Erhard føðingardag.
Borgarstjórin sigur, at familjan hevur etið ein góðan bita saman, og vit hava eisini verið til stórt bál á Glasheyggi og lurtað eftir talu hjá Óla Breckmann.
- Eg keypi nakað av fýrverki til abbabørnini.
Heðin Mortensen sigur, at hansars nýggjárslyfti er at gera Havnini og Tórshavnar kommunu til eitt enn betri stað at liva í.
- Annars havi eg notið alt tað postitiva við kvøldinum og ikki minst fýrverkið av Glaðheyggi, her síggi eg yvir alla Havnini.
At enda ynskir Heðin Mortensen øllum eitt gott nýggjár, samstundis sum hann takkar fyri tað farna.