Talv
Føroyameistaraskapurin í Klaksvík hevði nakrar fáar broytingar við sær í topp 10: Heini Olsen (2309) fór frá 3. plássi niður á 4.pláss. John Rødgaard (2323) er nú triðfremstur á ratinglistanum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2247) datt somuleiðis eitt pláss skeiva vegin og er nú á 7. plássi, beint niðanfyri Flóvin Tór Næs (2251).
Tríggir telvarar í topp 10 telvaðu við í FM. Umframt omanfyrinevndu telvarar, royndi Hans Kristian Simonsen seg eisini. Undan FM var kollfirðingurin á 9. plássi við 2214, men hann er nú á 11. plássi við 2178 ratingstigum.
Klaksvíkingar í fríum falli
Havnarmenn eru væl umboðaðir millum landsins bestu. Heili seks telvarar úr Havnar Telvingarfelag eru í toppinum. Til stuttleikar kann nevnast, at Carl Eli og Rógvi W. Rasmussen (2215) hava fyrr telvað mong ár við HT. Teir telva nú ávíkavist fyri Vestmanna Talvfelag og Talvfelagið Streymur.
Helgi D. Ziska (2306) er nú á 5. plássi. Helst fer Helgi at telva fleiri altjóða kappingar í summar. Gloppið frá Helga til Flóvin á 6. plássi er yvir 50 ratingstig. Topp 5 hevur skorið seg leyst frá restini.
Undarligt at bert ein klaksvíkingur er í topp 10, nevnliga Heini Olsen. Fyri fáum árum síðani vóru eisini Rani Nolsøe (2041, nr. 23), Ólavur Simonsen (2093, nr. 20) og Eyðun Nolsøe (2177, nr. 12) í absolutta toppinum. Tíbetur er talvítrótturin ikki oyramerktur til eitt ávíst aldursmark og tí ber væl til hjá hesum telvarum at hevja seg aftur úr dustinum.
Ikki allir klaksvíkingar venda pílin niðureftir. Hóast Steintór Rasmussen (2121, nr. 17) fyrr verið longri frammi, hevur hann ment seg og sína rating eftir framúr góð úrslit í liðkappingini. Hann er nú triðfremsti klaksvíkingur eftir Heina og Eyðun. Finnbjørn Vang (2109, nr. 18) tykist somuleiðis í góðum formi eftir eitt flott 3. pláss í FM og eina støðuga góða liðkapping.
20 ár og yngri
Hjá telvarum føddir í 1986 og seinni er Helgi trygt fremstur. Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson, báðir føddir í 1986, eru í løtuni teir einastu, sum geva Helga kapping á unglingalistanum. 13 ára gamli unglingaføroyameistarin Rógvi E. Nielsen klintrar spakuliga rætta vegin.
CorpSoft Nordic Cup
Havnarmaðurin Flóvin Tór Næs roynir seg aftur eftir ein longri steðg. Flóvin telvar við í CorpSoft Nordic Cup í Valby, Keypmannahavn. Flóvin er styrkismettur sum nummar fimm av teimum tíggju telvarunum og miðalratingin í kappingini er 2306.
Flóvin hevur longu vunnið sær allar tríggjar normarnar og jagstrar hann nú 2400 í altjóða rating, ið er kravið fyri at verða útnevndur altjóða meistari. Altjóða ratingtal Flóvins er 2291.
Ikki hevur gingist væl hjá Flóvini fyrstu trý umførini. Í 1. umfari hevði Flóvin telvað seg fram til vinnandi støðu ímóti Henrik Dahl Pedersen (2256), men ólukku tíð vendi gongdin óvæntað og Flóvin tapti eitt drúgvt talv. Í 2. umfari var Flóvin undir trýsti at kalla alt talvið ímóti Jacob Carstensen (2315) og tapti hann somuleiðis hetta talvið.
IM Ole Jakobsen (2395) snøgt sagt hølvaði Flóvin í 3. umfari og tískil hevur havnarmaðurin enn einki stig. Flóvin hevur hvítt móti IM Emil Hermansson (2467) í 4. umfari mánadagin.










