Havnin & útjaðarin

Hví endar alt í Havn? Grundgevingin er, at tað er nemmast, tí at alt liggur í Havn í forvegin.

 

Jákup Sverri Kass,

sjálvstýrismaður




Hví endar alt í Havn? Grundgevingin er, at tað er nemmast, tí at alt liggur í Havn í forvegin. Og tískil er nemmast at byggja víðari uppá tað, sum longu er.

Politikarar í meginøkinum hava ígjøgnum árini megnað at staðið saman um at fáa almennar íløgur gjørdar her, og úrslitini eru eisini har eftir.

Tað sýnist, sum útjaðarapolitikarar á Føroya Løgtingi hava trupulleikar við at halda saman um at vinna økjum sínum íløgur og framburð. Tað er hendan ósemja teirra millum, sum fyrikemur ætlanum teirra um at fáa undirtøku fyri teirra sjónarmiðum.

Lat meg alt fyri eitt sláa fast, at hóast eg eri valdur her í Suðurstreymi, so meini eg, at vit eisini skulu hyggja útum bøgarðarnar her í Havnini. Og harvið arbeiða sum landspolitikarar. Tskil skortar viljin ikki til at hjálpa at menna og byggja upp útjaðaran. Men hetta hevði verið nógv lættari, um tað eydnaðist útjaðarapolitikarum at standa saman og grundgeva fyri sjónarmiðum teirra.

Tað má vera uppgávan hjá útjaðarapolitikarum at venda sær til okkum í meginøkinum, vit teirra ætlanum um, hvussu teir meina, vit kunnu vera við at menna tann partin av landinum. Líka so nógv sum tað er okkara uppgáva at vísa á, hvat vit meina skal gerast í okkara øki. Tann bíliga grundgevingin um, at vit, politikarar í meginøkinum, bert arbeiða fyri okkara øki, virkar meira sum eitt neyðarróp frá teirra síðu, tí at teir ikki megna at standa saman og fáa nakað av skafti. Gevið okkum í meginøkinum nakað veruligt at halda okkum til. Soleiðis at vit hava eina heildarætlan at taka støðu til!

Hetta skal ikki virka sum krokodillutár frá undirritaða. Eg taki undir við, at vit framyvir menna útjaðaraøkini við almennum íløgum. Men viðvíkjandi vinnuligum útbyggingum, meti eg ikki, at tað almenna eigur at blanda seg uppí. Tað hava vit longu brent okkum av fleiri ferðir. Vinnan má og skal byggjast uppá vinnulig endamál.

Men tá ið tosað verður um almennar íløgur, so gevur hetta høvi til at fáa gjørt nakað við almenna virksemi runt um í landinum. Talan kann verða um út- og umbyggingar innan skúlaverkið, fjarskiftisverkið ella annað.

Vit eiga at gera okkum eina heildarætlan, sum fevnir um alt landið. Eg eri vísur í, at eisini útjaðarin ikki hevði skortað við vælvild, um hann eisini bleiv tikin uppá ráð.

Eitt Føroyar uttan útjaðaran er eitt fátækt Føroyar. Skal okkum øllum framyvir verða lív lagað, so er neyðugt at vit spreiða alment virksemi út um í landinum. Og tí hugsunarháttinum taki eg fult undir við.

So lat okkum standa saman og lóggeva rættvíst, soleiðis at øll økir í landinum fáa sín part av teimum íløgum, sum eisini útjaðarin er ein partur av.