Fyri løtu síðani misti ein partur av Havnini aftur streymin
Finn Jakobsen, á SEV sigur, at tey royna av øllum alvi at fáa streymin aftur
Men SEV er rættiliga skert eftir óhappið í gjárkvøldið, har tekjan á Vinnuháskúlanum skræddi høvuðslinjuna hjá SEV til Havnina, niður.
Finn jakobsen sigur, at helst hevur avmarkaða orkan á netinum ikki makta trýstið í morgun tá ið fólk vakna og arbeiðspláss tendra maskinur og útgerð.
Hann sigur, at tað verður tungt at fáa streymin aftur, men vónar at havnarfólk fáa streymin aftur hendan næsta tíman
Myndin er av høvuðslinjuni hjá SEV til Havnina, sum fór í gjárkvøldið.
Myndina tók Finnur Justinussen.
|