Havnavatn riggar væl í Klaksvík

Síðan Føroya Bjór fór at framleiða Sisu, fyrrverandi flaggskipið hjá Restorff, hevur sølan kring landið eydnast stak væl

- Tað hevur riggað stak væl. Sisu er eitt gott merki, sum vit eru fegnir um at hava fingið í okkara bryggjarí, sigur Heini Waag frá Føroya Bjór, sum sigur seg vera sera væl nøgdan við úrslitið higartil.
Føroya Bjór tók yvir frá kappingarneytanum Restorff, ið ikki helt seg til at bryggja Sisu longur, fyri góðum tveimum mánaðum síðani.
- Enn er so stutt fráliðið, og vit hava í veruleikanum bert selt Sisu við fullari megi í ein mánað, men tað hevur selt væl kring landið, sigur Heini Waag.
Tað er ein sannroynd, at Sisu altíð hevur selt mest í Havn, har drykkurin eisini varð bryggjaður áður. Men nú Føroya Bjór eigur merkið, er Sisu meira útbreitt kring landið.
- Vit eru spentir uppá gongdina. Sølan var dalandi, áðrenn vit tóku yvir, men vit hava satsað eitt sindur uppá Sisu, og vit gera nógv fyri at føra tað fram, sigur Heini Waag.
Føroyar Bjór fer eftir ætlan at framleiða onnur merkir, sum Restorff fyrr átti. Eitt nú liggur tað í kortunum, at peru-sodavatn skjótt verður framleitt.