Havnatindur
Tíðliga seinasta fríggjamorgun boðaði løgreglan Sjóbjargingarstøðini frá, at línubáturin, Havnatindur KG 464, var í havsneyð norður úr Eiðisflógva. Sambært tíðindaskrivinum, sum Sjóbjargingarstøðin seinni sendi út, skiltist, at eldur hevði verið í skipinum og at skipið, tá ið ringast stóð til, var um at søkka við trimum monnum umborð.
Misvísandi tíðindi
Elmar Petersen, sum leigar Havnatind frá Ólavi Waag Høgnesen, sigur seg ikki skilja, hvussu Sjóbjargingarstøðin kundi senda eitt slíkt tíðindaskriv út til almenningin ? eftir, at tað var greitt, hvussu veruliga støðan umborð á skipinum var.
- Eldurin umborð á Havnatindi var ikki størri enn eldurin í einum svávulpinni, sum brennur. Skipið lak ongantíð, og motorurin steðgaði heldur ikki.
Elmar sigur, at Havnatindur var staddur norður úr Barinum, tá ið manningin varnaðist brendaroyk.
- Alt er gamalt umborð, og soleiðis er eisini við el-leiðingini. Ein leidningur í startpanelinum hevur helst verið skamfílaður og hevur elvt til kortslutning.
Elmar sigur, at tað var ongantíð eldur í Havnatindi.
Streymurin fór
Hann vísir á, at kortslutningurin førdi til, at el-leiðingin fór, og tí fekk manningin ikki boðað frá, hvussu vorðið var.
- Tað var ikki, fyrr enn teir komu inn í Eiðisflógva, at manningin fekk boðað frá óhappinum við eini gsm-telefon, sum var umborð.
Gsm-telefonin hoyrist ógvuliga illa norðanfyri, og tað er ikki, fyrr enn tú ert heilt undir landi, at hon onkustaðni hoyrist.
Elmar sigur, at tá ið manningin umborð á Havnatindi varnaðist brendaroyk og sá, hvussu vorðið var, avgjørdu teir at sigla móti Eiðisflógva.
Hann heldur, at løgreglan fekk fráboðanina um støðuna umleið ein tíma eftir, at el-veitingin var farin.
- Sjálvandi kundi manningin ikki vita, um nakað meira kundi standast av, at leidningurin í startpanelinum var kortsluttaður. Tí avgjørdu teir at boða frá, hvussu vorðið var. Manningin vildi eisini tryggja sær, at hjálp var at heinta, um nakað skuldi hent, tá ið teir komu inn í Eiðisflógva.
Ikki í havsneyð
Elmar leggur dent á, at hóast sjaskveður var hendan morgunin, vóru hvørki manning ella skip nakrantíð í vanda. Eingin var í havsneyð, soleiðis Sjóbjargingarstøðin boðaði frá í tíðindaskrivinum.
- Havnatindur kom á Eiði við engari hjálp, og ein tíma eftir, at skipið var komið til bryggju, lá Brimil útfyri. Skipið lak ikki, men nakað av kjalarvatni var í skipinum. Við tað, at pumpurnar umborð ikki virkaðu, tí eingin streymur var, bað manningin á Havnatindi Brimil tøma skipið fyri kjalavatn.
Elmar Petersen sigur, at tíðliga fríggjamorgunin var hann í Havn við manningini á Havnatindi, sum allir búgva í Havn.
Havnatindur er klárur at fara til fiskiskap aftur, og manningin er hin sama.