Havnatindur í havsneyð norðanfyri

Tíbetur spældi alt væl av, tá ið eldur kom í umborð á línubátinum, Havnatindi á leiðini norður úr Eiðisflógva

Eldur og leki

Tíðliga í morgun ? klokkan 04.46 - boðaði løgreglan Sjóbjargingarstøðini frá, at línubáturin, Havnatindur KG 464, var í havsneyð.
Sjóbjargingarstøðin sigur, at Havnatindur var á leiðini stutt norður úr Eiðisflógva, tá ið eldur kom í, og skipið stutt eftir var um at søkka við trimum monnum umborð.
- Brimil, sum var staddur við Enniberg, setti beinanvegin kós ímóti Havnatindi, og bjargingartyrlan fekk eisini boð um at gera seg til reiðar. Tórshavnar Radio sendi út áheitan á skip og bátar, sum vóru á leiðini, um at fara Havnatindi til hjálpar.
Sjóbjargingarstøðin sigur, at klokkan 05.03 boðar Havnatindur frá, at teir eru á veg á Eiði, og at skipið hevur tørv á pumpiútgerð, tá ið teir hava lagt til bryggju
- Klokkan 05.12 liggur Havnatindur á Eiði og setir seg í samband við Brimil um at fáa pumpur umborð.
Sjóbjargingarstøðin sigur, at kl. 07.06 lekur Havnatindur ikki meira, og Brimil kann aftur fara av Eiði.
Tíbetur spældi alt væl av.