Havnatindur fingið ein sjógv

Sunnumorgunin fekk utróðrarbáturin Havnatindur ein sjógv. Hann fekk stóran skaða. Tjaldrið kom við bátinum inn á Klaksvík um hálvgum níggju tíðina sunnukvøldið

Óhapp
Solby A. Eliasen

Klaksvík, Sosialurin: Um átta-tíðina sunnumorgunin fekk útróðrarbáturin Havnatindur ein sjógv. Sjógvurin stóð upp á hálva maskinuna og hálva last.
Magnus Andreassen, skipari, sigur, at teir vóru staddir átta fjórðingar úr Kalli og Riftanga, tá teir fingu ein stóran sjógv.
- Vit høvdu júst gjørt av at fara til hús, tá tað hendi, sigur hann.
- Alt dekkið fleyt í sjógvi, bæði pumpurnar og dynamo-in vóru undir.
Hurðarnar í maskinrúminum og skúrðinum fóru afturvið. Tað var helst høvuðsorsøkin til, at so nógvur sjógvur kom í bátin, greiðir Magnus frá.
Teir boðaðu Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, og Tjaldrið kom á staðið. Tyrlan kom og skuldi hiva pumpur umborð, tí menninir máttu oysa við hond.
- Tað var ein sera djarvur pilotur á tyrluni, tí at umstøðurnar at hiva vóru alt annað enn góðar. Tað slitnaði fyrru ferð, og hevði tað ikki eydnast aðru ferð, so høvdu vit mist bátin, sigur Magnus Andreasen.
- Vit kempaðu allir tríggir fyri at halda bátinum flótandi, og tíbetur eydnaðist tað.
Menninir vóru verandi umborð á Havnatindi allatíðina, og um hálvgum níggju tíðina sunnukvøldið kom Tjaldrið inn á Klaksvík við Havnatindi. Ein sera dramatisk hending, sum tó hevði ein góðan enda. Havnatindur liggur nú á beding í Klaksvík.
unnumorgunin.