Havnarútbyggingin byrjar í summar

Tórshavnar Býráð hevur gjørt hesa teldumyndina, sum vísir, hvussu nýggja havnin fer at síggja út av Kongavarða

- Nú hava vit fingið øll loyvini, so nú verður farið í gongd, sigur Sjúrður Olsen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Sostatt er líkt til, at sjøtil skjótt verður settur á nógv umrøddu útbyggingina av Tórshavnar havn. 

Útbyggingin er nakað broytt í mun til ætlaðu útbyggingina. Millum annað verður ikki longur bygt fram við Skansanum, men í staðin longur út á fjørðin. Útbyggingin verður av tí sama nakað minni enn ætlað. 

Grótið skal takast úr grótbrotinum á Glyvursnesi.

Sjúrður Olsen sigur, at seks arbeiðstakarar eru bidnir at bjóða upp á arbeiðið. Tilboðini koma inn í mars og síðani skal støða takast til tey.

- Og so verður farin undir arbeiðið í summar, sigur Sjúrður Olsen.

Les meiri um málið í Sosialinum, sum kom út í dag.